Grannskoðanini taka vit okkum sjálvandi eisini av. Ein grannskoðan er ein kannan av tilfari, fyri at fáa grundaða vissu fyri, at tað ikki eru týðandi skeivleikar í tilfarinum. Hettar tryggjar, at virksemið kann halda áfram ótarnað, og at orkan verður løgd í kjarnuvirksemið í fyritøkuni.
Vit gera grannskoðan og review fyri millum onnur:
- Partafeløg
- Smápartafeløg
- Kommunur og almennar stovnar
- Grunnar
- Áhugafeløg
- Fagfeløg
Vit hjálpa sjálvandi eisini við øðrum roknskapar- og ráðgevingaruppgávum á økinum, herundir eisini samskifti við almennar myndugleikar.